care.fo

Kommunulæknivíðtalan
Thomas Berthou

Vit taka okkum av tær og tínum

Bílegg tíð hjá lækna ella sjúkrarøktarfrøðingar. Tú rita inn á næstu síðu og kanst velja eina tíð, sum hóskar best til tín.

Endurnýggja resept uppá fastar heilavágur, sum læknin hevur útskrivað tær.

Skriva okkum eini boð við einum stuttum heilsuspurningi.

Viðgerð av persónsupplýsingum: Vit brúka EasyPractice skipanina til bílegging á netinum. Tínar upplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði og goymdar trygt á serverar í Føroyum/Danmark/ES. Vit viðgera: navn, kontaktupplýsingar, P-tal/CPR-nummar og heilsuupplýsingar, sum eru neyðugar til tína viðgerð. Lógargrundarlag: Sundhedsloven og databeskyttelsesforordningen art. 9, stk. 2, litra h (Heilsulóg og almenn dátuverndarreglugerð gr. 9, 2. stk., litra h). Tú hevur rætt til atgongd, rætta og strika sambært galdandi reglum. Kontaktupplýsingar til viðtaluni eru niðast á síðuni.

Kunningar og annað…

-um heilsutilboð og átøk beint nú...

  • 7.feb 2026

    Influensa og fleiri sjúkir eru í umferð í løtuni. Symptomir eru ofta turrur hosti, høvuðpína og pína í musklum, og fepurin kann koma upp í 39-40 stig. Flestu fólk koma fyri seg aftur við at hvíla seg og linna symptomir við vætuinntøku og til dømis Panodil. Heitir, søtir drekkir (td. te v/ sukri ella heitan kaka) kunnu linna hostan. Hevur tú lungnasjúku, ella um tú gerast trongd í hvíld ella tín almenna støða er sera ávirkað, er umráðandi at seta teg í samband við læknan umvegis telefon, so tú kanst verða kannaður.

  • 8.feb 2026

    Vit verða ofta møtt við áheitan um máting av blóðroyndini CRP, tá illgruni er um smittu. Tað er ikki óvanligt, at væntanin er, at CRP kann avgera, um viðgerð við penicillin skal gevast.

    CRP er eitt protein í blóðinum, og støðið økist í einum hópi av infektiónum sum t.d. lungabrúni. CRP er tó ikki serliga gagnligt sum diagnostiskt amboð einsamalt, men skal byggja á tey symptomir og klinisku tekin, sum annars eru til staðar.

    Harumframt eru ávísir sjúklingabólkar, so sum minni børn og eldri, har CRP ikki er serliga gagnligt í diagnostikki. Hjá børnum verður ofta líka nógv CRP framleitt í mildum virussmittu sum í bakteriutilburðum.on text goes here

Álit er ein hjartaspurningur .

Tað krevur álit at leggja heilsuna í hendurnar á øðrum.

Eitt álit, sum krevur høgt fakligt støði, men við hjartanum á rætta staðnum og í eygnahædd við sjúklingin og familjuna.

Vit arbeiða eftir viðurkendum fakligum tilmælum, og royna áhaldandi at betra okkum bæði fakliga og persónliga, soleiðis at vit kunnu bjóða okkara sjúklingum eina nærverandi tænastu.