Val av kommunulækna

Læknaval

Ein kommunulækni hevur í grundini kapasitet til umleið 1500 sjúklingar, men vegna eftirspurning hava vit loyvi til 1700 sjúklingar.

Vit eru tó í løtuni munandi hægri, og tí eru vit í løtuni stongd fyri nýggjum sjúklingum, tí okkara sjúklingatøl eru undir stongdarmarkið.

Vit eru í áhaldandi dialogi við Heilsutrygd um okkara sjúklingatøl, og til tíðir (serliga kring summarfrítíðina) kann tað vísa seg, at opið verður til skráseting av nýggjum sjúklingum hjá okkum.

Á Vanganum ber til at síggja, hvønn kommunulækna, tú hevur. Borgarar kunnu velja millum kommunulæknarnar í heilsuøkinum, sum teir búgva í.

Støður kunnu tó vera, har hetta val er avmarkað. T.d. kann tað vera, at nakrir av kommunulæknunum í økinum hava nógvar borgarar skrásettar og tí hava latið aftur fyri nýggjum skrásetingum/flytingum.

Um tú vilt skifta kommunulækna, mæla vit tær til at skriva til Heilsutrygd á heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella við at skriva á Vanganum/MínBoks.

Um tað ikki ber til at skriva, kanst tú ringja til Heilsutrygd á 61 40 00.

Flytur tú til ein annan lækna?

Tað kunnu vera nógvar orsøkir til at skifta lækna; kanska flytur tú til eina aðra kommunu ella uttanlands at lesa, ella kanska hevur tú funnið eitt serligt álit á einum øðrum lækna.

Tú ert altíð vælkomin at biðja um, at tína sjúkrajournal verða latin nýggjum lækna, um tú ert flutt.

Um tú skiftir lækna í Føroyum, kann tín nýggi lækni sjálvvirkandi síggja tína journal.

Um tú flytur uttanlands, skalt tú vanliga hava sjúkrafrágreiðingar við í pappírsformi, tí enn er ikki ein altjóða talgildur standardur fyri sjúkrafrágreiðingar.