Altíð við hondina

Bílegg tíð, endurnýggja tína resept ella skriva til okkum

alt samdøgrið!

Nettænasta

Vegleiðing longri niðri á síðuni

Bílegg tíð hjá lækna ella sjúkrarøktarfrøðingar. Tú rita inn á næstu síðu og kanst velja eina tíð, sum hóskar best til tín.

Endurnýggja resept uppá fastar heilavágur, sum læknin hevur útskrivað tær.

Skriva okkum eini boð við einum stuttum heilsuspurningi.

Viðgerð av persónsupplýsingum: Vit brúka EasyPractice skipanina til bílegging á netinum. Tínar upplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði og goymdar trygt á serverar í Føroyum/Danmark/ES. Vit viðgera: navn, kontaktupplýsingar, P-tal/CPR-nummar og heilsuupplýsingar, sum eru neyðugar til tína viðgerð. Lógargrundarlag: Sundhedsloven og databeskyttelsesforordningen art. 9, stk. 2, litra h (Heilsulóg og almenn dátuverndarreglugerð gr. 9, 2. stk., litra h). Tú hevur rætt til atgongd, rætta og strika sambært galdandi reglum. Kontaktupplýsingar til viðtaluni eru niðast á síðuni.

Vegleiðing til nettænastuna

1) Stovna brúkari

Fyrstu ferð tú brúkar okkara nýggju nettænastu, verður tú biðin um at stovna ein brúkara. Tú kanst lættliga rita inn við somu brúkaraupplýsingum í framtíðini, so minst til hesar upplýsingar ella goym tær trygt á tínari talgildu eind.

GG! Tú skalt skriva títt føroyska P-tal (9 tøl) í teigin "CPR".

3) Velja samráðingarslag

Vel orsøkina til tín fyrispurning, sum hóskar best til tín. Ikki allar tænastur verða gjørdar av øllum starvsfólkum, men tú fært í næsta stigunum møguleika at velja ein tíð hjá tí starvsfólki, sum kann loysa uppgávuna.

5) Tú kanst geva fleiri viðmerkingar

Um so meira vit vita um tín trupulleika, jú betur kunnu vit fyrireika okkum til tína vitjan. Hetta merkir, at vit kunnu gera av, um til dømis mátingar ella kanningar skulu gerast áðrenn tína vitjan.

2) Vátta teldupost

Fyri at tryggja tínar persónligu upplýsingar, skalt tú vátta tína teldupostadressu við PIN-kotu. Kotan verður send til teldupostadressuna, sum tú brúkti, tá tú stovnaði tína kontu.

Um tú ikki fært kotuna innan fá sekund (vanliga minni enn 1 minutt), kanna tína spam mappu í tínum telduposti.

4) Vel tíð

Tú kanst nú velja tíðina, sum hóskar best til tín. Tað ber bert til at fáa tíðir við tey starvsfólk, sum kunnu loysa uppgávan, sum tú hevur víst á í fyrra stiginum .

6) Vátta tína tíð

Gjøgnumganga tínar upplýsingar og staðfest tína tíð.

Tú kanst síðani logga á við tínum brúkari og síggja ella broyta tína avtalutíð, um tú hevur tørv á tí.