Leiðreglur um
Sovitablettir og sissandi heilivágur
Sissandi medisin og sovitablettir krevja møti
Summar sjúkur kunnu krevja viðgerð við rúsevnismedisin. Sambært leiðreglunum hjá myndugleikunum kann hetta slagið av medisin bert ávísast eftir møti og meting á klinikkini.
Læknin skal hava gjørt eina viðgerðarætlan, soleiðis at tað áhaldandi verður mett, um medisinið er rætt fyri teg.
Fært tú viðgerð í longri tíðarskeið, kann starvsfólk á klinikkini gera eina meting, tá ið resept verða endurnýggjaðar, men læknin skal eftirmeta teg í minsta lagi 6.-hvønn mánað. Tú fært altíð bjóðað hjálp við eini avtøkuætlan, um tú hevur fingið rúsevnismedisin.
Tá tú skalt ferðast við sissandi heilivági ella sovitablettum
Um tú hevur fingið heilivág, sum er vanidannandi, er umráðandi, at tú ansar væl eftir tí, tí vit kunnu ikki endurnýggja heilivágin frammanundan, um heilivágurin fer burtur, t.d. meðan tú ferðast ella líknandi.
Tað er eisini umráðandi, at tú syrgir fyri, at tú hevur skjøl til hetta slagið av medisin, um tú skalt ferðast.
Um tú hevur brúk fyri læknaváttan til tínar medisinir, meðan tú ferðast, kunnu vit hjálpa tær við hesum. Tú skalt tó gjalda fyri læknaváttanina fyri heilivágin, tú hevur við tær á ferðini. Prísir síggjast her á síðuni undir valmyndini "tænastur".